Leif Mohr Kring Føroyar: Pauli Poulsen vann fyri fyrstu ferð

Leif Mohr Kring Føroyar: Pauli Poulsen vann fyri fyrstu ferð
Pauli Poulsen vann eisini síðsta teinin í Leif Mohr Kring Føroyar-súkklukappingini, sum var í Havn sunnudagin, og fór avstað við sannførandi samanløgdum sigri
Eftir nakrar royndir eydnaðist tað Paula Poulsen at vinna Leif Mohr Kring Føroyar fyri fyrstu ferð
Mynd: Leif Mohr Kring Føroyar  
 
23.08.2026 - 20:49

Pauli Poulsen vann fimta og seinasta teinin í súkklukappingini Leif Mohr Kring Føroyar, og fór sostatt avstað við sannførandi sigri samanlagt.

Sterki skálamaðurin úr Troy, sum hevur vant nógv síðstu árini, vann fýra av fimm teinum og endaði góðar seks minuttir frammafyri Bergtór Thorsteinsson úr Norðstroki, sum fór avstað við silvurinum. 

Kostas Garoflos úr Troy fekk triðja plássið. 

 - Tað er stuttligt. Eg havi verið við í nøkur ár, men tað hevur ikki eydnast mær at vunni áður. Okkurt árið hevur tað sæð gott út, men hevur ikki eydnast, men í dag gekk tað, segði Pauli Poulsen.

 

Fór undan í síðstu brekkuni

Síðsti teinurin var í Havn, har startur og mál vóru við Leif Mohr á Hoyvíksvegnum. Umgangurin, sum var fýra kilometrar, skuldi súkklast 13 ferðir.

Ferðin varð skjótt sett upp, og eins og undanfarnu dagarnar, vóru tað Pauli Poulsen, Bergtór Thorsteinsson og Kostas Garoflos, sum settu sín dám á kappingina. Í dag fingu teir eisini fylgi av fleirfalda vinnaranum Jákupi Peturi Eliassen, sum í ár bert luttók í seinastu dagin.

 - Vit vóru ein fimm, seks, sum fylgdust í eina rundu ella tvær. Tað minkaði so niður í okkum fýra, og síðan hendi ymiskt. Fleiri royndu at leypa á, serliga í brekkuni og á slættanum, men vit vóru saman, til seinasta rundan byrjaði. Tá eydnaðist mær at sleppa undan hinum í tí síðstu brekkuni, segði Pauli Poulsen.

Kostas Garoflos vann spurtin um annað plássið á Jákup Peturi Eliassen, sum fekk somu tíð á triðja plássið. Helgi Winther Olsen, sum vann kappingina í fjør, stillaði ikki upp í ár.

 


Fimti og seinasti teinur av Kring Føroyar-súkklukappingini varð súkklaður í Havn sunnudagin. Pauli Poulsen vann á degnum og samanlagt. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985