Sí myndirnar: Sambandsflokkurin á kreppufund

28.12.2021 - 16:00
Sí myndirnar: Sambandsflokkurin á kreppufund
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevði kallað Sambandsflokkin á fund, so hann visti, hvar flokkurin stóð, áðrenn hann fór á kreppufund í samgonguni
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur nógv um oyruni, tí hann skal royna at halda saman upp á bæði samgonguna og Sambandsflokkin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Sambandsflokkurin fór á fund á middegi, áðrenn Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, skuldi á fundi við hinar samgonguleiðararnar. 

Løgmaðurin hevði brúk fyri at vita, hvar hansara egni flokkur stóð í mun til politiska ruðulleika, ið hevur valdað síðani málið um sammøður var samtykt. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur havt úr at gera í dag. Hann skal bæði royna at halda saman upp á samgonguna og flokkin hjá sær, Sambandsflokkin, tí eftir atkvøðugreiðsluna um sammøður boðaði Johan Dahl frá, at hann ikki stuðlar samgonguni so leingi Miðflokkurin er partur av samgonguni. 

Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkin atkvøddi blankt, tá málið um sammøður varð samtykt. 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum og fyrrverandi løgmaður, er ein av mest týðandi politikarunum hjá Sambandsflokkinum. Hann var sjálvandi eisini á fundinum. 

Johan Dahl segði eftir atkvøðugreiðsluna um sammøður við triðju viðgerð, at hann ikki stuðlar samgonguni so leingi Miðflokkurin er partur av samgonguni. Tað hevur hann endurtikið fleiri ferðir síðani. 

Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin. 

Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaður í Sambandsflokkinum, hevur sagt, at hann fór at tosa Johan Dahl til sættis, tí tað bar ikki til hjá Johan Dahl at vera limur í Sambandsflokkinum, og so ikki stuðla einari samgongu, sum Sambandsflokkurin er partur av.

Erhard Joensen og Johan Dahl, sum báðir atkvøddu fyri málinum um sammøður við triðju viðgerð. Harvið gingu teir báðir móti avtaluni í samgonguni um ikki at atkvøða fyri nøkrum uppskoti frá andstøðuni uttan so, at øll samgongan atkvøddi fyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. juni
Morgunlestur leygardagur 10. juni 2023
158013
Fríggjadag 9. juni
Vikuskiftið 9 juni 2023
158294
Fríggjadag 9. juni
Góðan morgun, Føroyar 9. juni 2023
158264
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. juni
Veðrið
158291
Mikudag 7. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 1:6
158141
Týsdag 6. juni
Veðrið
158130
Sunnudag 4. juni
Møti úr Oasuni í Hoyvík
157918
Sunnudag 4. juni
Andakt við Unn Justinussen
157917