
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Altíð jaliga og vana Eivør hevur verið í kastljósinum síðani hon var 15 ár, so hon hugnaði sær í Hoydølum.
Eyðun Muller Thomsen, upptøkuleiðari, og Maria Winther Olsen, framleiðari, kunna um tilgongdina at fáa partin við Eivør í kassan.
Líka tær síðstu rættingarnar, áðrenn upptøkurnar vónandi kunnu byrja.
Símun Waag bíðar tolin við eitt av teimum seks upptøkutólunum, sum blivu brúkt til at filma Hoydalar.
Stjørnusmink. Ein stjørna sminkar eina aðra stjørnu. Døgg Nónsgjógv, ið sjálv er ein rísandi stjørna á føroyska tónleikahimmalinum, dugir annað enn at syngja og spæla.
Films- og sjónvarpsframleiðsla snýr seg mest av øllum um fyrireiking, tillagingar og rættingar, og soleiðis er sanniliga eisini í Hoydølum.
Finnur Koba hevur verið við til at lagt Hoydalar til rættis fyri Kringarp Føroya. Finnur, ið eisini er royndur tónleikari, hevur eisini verið eitt slag av mentor fyri spírarnar.
Nú er við at vera klárt at taka upp, men vit skulu bara líka.....
The Grand Old Man innan føroyska films- og sjónvarpsframleiðslu, Hans Petur Hansen, bíðar eftir at sleppa til verka.
Eisini meðan upptøkurnar verða gjørdar, skulu ting tillagast, eitt nú mikrofonin hjá Onnu Lovisu, ið rørdi Eivør við sínari tulking av "Røttu skógvarnir".
Bjarki hevur bergtikið allar stjørnurnar higartil, og í kvøld var einki undantak, hóast Eivør peikaði á Onnu Lovisu og Sophiliu, tá hon skulu velja eina framførslu, ið skaraði framúr.
Eygagóði Bjarki, við tí stóru røddini, tulkaði sangin "Hugsi bert um teg" hjá Eivør.
Ein glað og rørd Eivør nýtir veruliga at vera stjørnan, ið teir ungu spírarnir í Hoydølum tulka.
Jóhanna valdi at tulka "Mín móðir" hjá Eivør, ið hevði ein heilt serliga týdning fyri Jóhonnu, sum hevur verið fyri tí stóru sorg at missa mammu sína.
Eivør, ið hevur drúgvar royndir innan fyri undirhaldsídnaðin, megnaði væl at loysa seg frá tí sannroynd, at hon er umringað av upptøkutólum.
Eivør er bæði ein stjørna og ein rokkari, ið eisini ferðast á stórar tungmálmsfestivalar at framføra. Tað gotiska er ein týðandi partur av hennara úttrykki.
Stjørnan og spírarnir. Tað var ein stór løta fyri spírarnir at sleppa at møta og framføra fyri okkara størstu stjørnu, Eivør, ið tey síggja nógv upp til.
Anna Lovisa gandaði veruliga við sínari tulking av sanginum "Røttu skógvarnir" hjá Eivør. Tulkingin rørdi eisini Eivør djúpt.
Emma nýtti høvi at rósa Eivør fyri, hvussu gott, ið hon sá út. Eitt úttrykk er ikki bara tónleikurin, men eisini klæðir og annað.
Filip á Smið hevur leiklutin sum tann glaði drongurin í Hoydølum, ið bara elskar at syngja og undirhalda fólk, tí soleiðis er hann. Og Filip undirhelt sanniliga Eivør við sínari tulking av "Elisabeth og Elinborg".
Í mun til onnur kvøld, so hevði Filip ongan gittara at spæla uppá í kvøld, og tað klæddi honum væl.
Ein salig Eivør.
"Verð mín" var sangurin hjá Eivør, ið Emma hevði valt at tulka av tí einføldu orsøk, at tað er hennara yndissangur hjá Eivør.
Heita klemmið sigur alt um, hvat Eivør helt um tulkingina hjá Emmu av "Verð mín".
Sophilia var í essinum í kvøld, tá hon tók hornatøk við "Wall Of Silence" hjá Clickhaze, ið Eivør sang á sinni.
Eivør var ordiliga við uppá, at Sophilia hevði valt "Wall Of Silence"
You go girl! Tá avtornaði, so peikaði Eivør á tulkingina hjá Sophiliu av "Wall Of Silence" og tulkingina hjá Onnu Lovisu av "Røttu skógvarnir" sum tær, ið høvdu skarað eitt sindur framúr í kvøld.
|
|