Bakmanspolitiið gevst við kanningunum

Bakmanspolitiið gevst við kanningunum
Danska bakmanspolitiið hevur steðgað kanningunum av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum
30.06.2015 - 20:15

Teir vóru fyri tveimum árum síðani meldaðir fyri at hava latið ivasom viðurskifti í gamla Vinnuframagrunninum.

Varastatsadvokaturin skrivar í brævi til advokatin hjá løgmanni og landsstýrismanninum, at ikki kann væntast, at fleiri kanningar fara at klárleggja viðurskifti, sum kunnu hava við sær, at ákæra verður reist.

Løgreglan gjørdi í mars í fjør húsarannsókn hjá Vinnuframa, hald var lagt á skjøl, og fólk vóru eisini avhoyrd.

Men løgmaður og landsstýrismaðurin eru altso ikki longur partur av kanningini hjá bakmanspolitinum, sigur varastatsadvokaturin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086