- Tíðindi, mentan og ítróttur
RagnarRokk: Tá mongolskur barkarsangur møtir tungmálmi

Teir hava spælt á Glastonbury, Coachella og ferðast kring heimin saman við nøvnum sum Iron Maiden og Metallica.
Við forkunnugum strúkiljóðførum, sermerktum barkarsangi og einum ljóði, sum sameinir fleiri túsund ára gamla mongolska mentan við nútímans rokki og tungmálmi, hava limirnir í mongolska The HU skapt sína egnu tónleikagrein: Hunnu Rock.
Hetta hevur bólkurin gjørt við at samatvinna mongolsk ljóðføri sum morin khuur, tovshuur og tsuur við meira klassisk rokkljóðføri sum gittar, bass og trummur.
Mentanarligt sendiboð
Við nærum einari milliard stroymingum, virðislønum í heimlandinum Mongolia og altjóða viðurkenning sum eitt av mest sermerktu nøvnunum á modernaða rokk. og tungmálmspallinum, er The HU nógv meira enn bara ein tónleikabólkur.
The HU er eitt mentanarligt sendiboð, sum hava gjørt mongolska málið, søguna og siðaarvin kent um allan heim.Tú kanst siga, at The HU er mongolska svarið upp á føroyska Týr.
Persónlig pláta
Nú eru The HU aktuellur við triðju plátu síni, "HUN", ið kom út 24. juli.
Talan er um eina plátu, ið, sambært limunum í bólkinum, er tann mest persónliga higartil.
Her eru søgur um sálarlívið, myrkrið og ljósið í menniskjanum, familjubond og tær kenslur, sum hava fylgt limunum í The Hu gjøgnum nærum eitt áratíggju á heimsins størstu pallum.
Mynd: Shutterstock.com / cacei.ro
The HU í RagnaRokk
Ragnar A. Jacobsen, vertur í Ragnarrokk, hevur fingið orðið á Temuulen "Temka" Naranbaatar úr The HU, ið spælir tovshuur
Í samrøðuni tosa teir báðir um nýggju plátuna, um mongolska mentan, lívið á ferð kring heimin, og hvussu fýra tónleikarar úr mongolska høvuðsstaðnum, Ulaanbaatar, endaðu við at broyta altjóða rokkheimin.
Temka heldur at "HUN" er tyngri enn tær undanfarnu pláturnar, og tekstirnir eru eitt sindur myrkari.
Ovfarin av góðu móttøkuni
Temka er ovfarin av, hvussu væl tónleikurin hjá The HU er móttikin, serliga her í vesturheiminum.
Hann greiðir eisini frá, at nógvar kenslur vóru upp á spæl, tá hendan triðja útgávan hjá The HU varð innspæld. Tá sangurin "Echoes of My Father" varð upptikið, grótu limirnir í bólkinum.
Hóast talan er um eina persónliga plátu, so ásannar Temka úr The HU, at tað er ongin gjøgnumgangandi tráður í tekstunum á "HUN".
Hoyr allar samrøðuna við Temka í RagnarRokk í útvarpinum hóskvøldið klokkan 21.
Hvat: RagnarRokk
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Hóskvøld kl. 21, og tá ið tað passar tær á KVF Ljóð























