Bústaðarpolitikkurin grovt álop á Havnina

Bústaðarpolitikkurin grovt álop á Havnina
-Tað er púrasta burturvið at lóggeva serligt avkastkrav á leiguíbúðir, sum Bústaðir hereftir byggir í Havn, sigur Annika Olsen um bústaðarpolitikkin
03.07.2020 - 19:41

Tað er eitt grovt álop á Havnina, at eitt serligt krav um avkast skal setast á tær leiguíbúðir, sum Bústaðir fer at byggja í Havn, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

-Eingin orsøk er til at seta almenna og privata bygging upp ímóti hvørji aðrari, tí brúk er fyri báðum, sigur borgarstjórin.

Annika Olsen er bæði ovfarin og hørm um, at nýggi bústaðarpolitikkurin hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og samgonguni - tá hann nú endiliga gjørdist veruleiki - skuldi enda við, at tey, sum vilja leiga sær bústað í Havn, skulu revsast við hægri leigukostnaði, um tað er almenna felagið Bústaðir, ið byggir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025