Egga Jensen er ein eldsál

Egga Jensen er ein eldsál
Jógvan "Egga" Jensen, sum hevur verið formaður í ÍSB í 40 ár, fekk herfyri heiðurskrossin frá ÍSF, sum er størsta viðurkenning, tú kanst fáa.
02.11.2020 - 21:08

"Egga er ein eldsál."

Tað var niðurstøðan, tá Jógvan "Egga" Jensen fekk heiðurskrossin frá ÍSF í sambandi við, at Ítróttarsamband teirra brekaðu, sum nú eitur Parasport Føroyar, hátíðarhelt sín 40 ára stovningardag.

Egga Jensen var við til at stovna ÍSB og hevur verið formaður øll 40 árini. Ein ítróttar- og undangongurmaður vóru millum lýsingarorðini.  

Í sambandi við 40 ára stovningardagin hjá ÍSB, sum nú eitur Parasport Føroyar, fekk Jógvan "Egga" Jensen, formaður, heiðurskrossin frá Ítróttarsambandi Føroyar - sum er hægsta viðurkenning, tú kanst frá ÍSF. 

Egga Jensen er tann sætti, ið hevur fingið heiðurskrossin frá ÍSF. Hinir eru:

  • Jógvan Arge, ítróttafrásøgumaður og fyrrverandi forseti ÍSF
  • Hans Holm, venjari og kappingarstjóri í hondbólti eitt mannaminni
  • Tórleif Sigurðsson, formaður í Fótbóltssambandi Føroya
  • Sverre Midjord, faraformaður og stjórnarlimur í ÍSF í ein mansaldur
  • Heðin Mortensen, forseti 1980 - 2008
     
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809