Rubio: Áhugin fyri Grønlandi snýr seg bara um trygd

Rubio: Áhugin fyri Grønlandi snýr seg bara um trygd
Amerikanski uttanríkisráðharrin endurgevur nú Trump, forseta, fyri at siga, at Grønland snýr seg ikki um at leggja land undir seg
Marco Rubio er amerikanskur uttanríkisráðharri.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.09.2026 - 14:37

- Amerikanski áhugin í Grønlandi snýr seg bara um trygd.

Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í samrøðu við sjónvarpsrásina, Fox News.

- Forsetin hevur gjørt greitt, at spurningurin um Grønland snýr seg ikki um at leggja land inn undir seg, men um trygd, sigur Marco Rubio.

Tað var í síðstu viku, at USA, Danmark og Grønland skrivaðu undir avtalu um trygdina í Grønland.

 


Tá avtalan millum USA, Danmark og Grønland var undirskrivað. (Mynd:Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

 

Vildi hava Grønland

Avtalan kom í lag, hóast Trump, forsti, fleiri ferðir hevur sagt, at hann vil hava Grønland.

Síðsta ár vísti amerikanski forsetin ikki aftur, at USA fór at hertaka Grønland.

Avtalan, sum nú er undirskrivað, gevur USA loyvi til at gera tvær nýggjar herstøðir í Narsarsuaq og Mestersvig, umframt at gera herstøðina Pitufikk Space Base størri.

Avtalan letur eisini upp fyri, at amerikanska rakettverjuskipanin Golden Dome kann verða sett upp í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037