Bjarki og Rebekka í serflokki

Bjarki og Rebekka í serflokki
Bjarki Johannesen og Rebekka Fuglø vunnu annað umfar av vetrarkappingini, sum varð runnið við Kerjar í Havn leygardagin
Ólavur Wolles
30.11.2020 - 14:29

Bjarki Johannesen úr Roysninum vann sína fyrstu rennikapping, tá annað umfar av vetrarkappingini varð runnið við Kerjar leygardagin.

Toftamaðurin endaði nummar tvey í fyrsta umfari fyri trimum vikum síðani, tá runnið var runt Agnið. Ta ferðina var Tummas N. Arge fremstur, men hann var ikki við hesa ferð. Og tað gjørdi Bjarki Johannesen sær dælt av. Hann vann trygt frammanfyri Hall Holm úr Bragdinum og Inga Johannesen úr Roysninum, sum fekk heiðursmerki fyri fyrstu ferð í opna bólkinum.

Rebekka vann sannførandi 

Rebekka Fuglø úr Treystinum vann sannførandi hjá kvinnum. Maria Biskopstø endaði nummar tvey og Rigmor N. Arge nummar trý.

Opin bólkur, menn:
Bjarki Johannesen: 39:48.0
Hallur Holm: 42:05.6
Ingi Johannesen:42:23.3

Opin bólkur, kvinnur:
Rebekka Fuglø: 42:30.8
Maria Biskopstø: 47:49.8
Rigmor Napoleonsdóttir Arge: 48:50.0

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809