Allur heimurin er á reyða lista

bannari
Allur heimurin er á reyða lista
Seinnapartin táttaði danska stjórnin í og herdi koronutiltøkini
08.01.2021 - 19:31

Mælt verður frá allari ferðing til onnur lond. Tað vil siga ikki bara óneyðugari ferðing. Eisini verða herd krøv sett teimum, sum vilja ferðast til Danmarkar.

Øll, ið ferðast til Danmarkar, skulu vísa eina negativa koronuroynd, sum ikki er eldri enn 24 tímar. Eisini skulu fólk hava eitt viðurkenningarvert endamál við at ferðast til Danmarkar.

Tað eru millum onnur foreldur ella fólk, ið hava umsorganarábyrgd fyri barni, ella familja, hjúnafelagi, unnusti ella unnusta hjá fólki, sum eru álvarsama sjúk.

Herdu tiltøkini eru í fyrsta umfari galdandi frá 10. januar og í eina viku. Og tey ávirka eisini føroyingar, serliga útisiglarar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025