Nú boksa tey í Klaksvík

Nú boksa tey í Klaksvík
Síðstu tíðina hevur Full Power í Klaksvík skipað fyri tekniskari boksivenjing. Nú verður tað álvara, tí í vikuni verður Klaksvík Boksing stovnað
18.01.2021 - 12:44

Í fleiri ár hevur bert eitt boksifelag verið í Føroyum, men hósdagin verða tey tvey.

Hóskvøldið verður stovnandi aðalfundur fyri Klaksvík Boksing. Tað er Full Power, við góðari úr Havn, sum hevur tikið stig til nýggja felagið.

– Vit hava fingið eitt lítið skump frá Tórshavn Boksing og Martin Meng, sum hevur spurt, um vit ikki hava hug at fara í gongd við kappingarboksing, sigur Unnur Sjúrðardóttir Fonn, ein av eigarunum í Full Power.

Og tey høvdu hug, og seinastu vikurnar eru tey so smátt byrjað at venja tekniska boksing.

– Tað kemur væl við, tí fyrr máttu vit altíð til Danmarkar til dystir, men nú verður tað kanska Havnin móti Klaksvík, sigur boksarin og hjálparvenjarin, Sigurbjørn Norðbúð Joensen.

– Tað snýr seg um at fáa nøkur ung fólk upp í og at læra tey at boksa. So kunnu vit longu um nakrar mánaðir fáa nakrar dystir her í Føroyum, sigur Johannes Klein, venjari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391