Umstøðurnar ov vánaligar

Umstøðurnar ov vánaligar
Vágaskot í Miðvági hevur góðar umstøður til innandura skjóting, meðan hini bæði føroysku feløgini ikki hava nøktandi hølisviðurskifti. Tað merkist
25.01.2021 - 19:03

Vágaskot í Miðvági hevur eina høll til innandura bogaskjóting.

Hini bæði feløgini í landinum, Tambar í Havn og Ørvur í Runavík, hava ikki nøktandi venjingarumstøður.

 - Innandura bogaskjótingin hevur tað hampiliga gott, sæð burturfrá at umstøðurnar hjá hinum báðum feløgunum eru ikki optimalar, sigur Eggaba Andreasen úr Vágaskoti og formaður í Bogaskjótisambandi Føroya. 

 - Í Runavík vita teir ikki, um teir eru keyptir ella seldir, og í Havn eru teir í einum høli, sum teir læna frá MEST.

Sæst aftur á limatalinum

Vánaligu umstøðurnar síggjast aftur í gerandisdegnum úti í feløgunum.

Í Ørvi er talið av virknum limum minkað seinastu árini.

 - Her vesturi hava tey eina góða framgongd. Her eru nógvir skjúttar, tað sær spennandi út, og tað er stuttligt at møta upp hjá teimum, sigur Jóannes Poulsen úr Ørvi.

 - Hini bæði feløgini hava tað torført. Hetta er partvís tí tey mangla venjarar, men serliga tí at tey mangla eitt stað at vera.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809