Hava renningina til felags

Hava renningina til felags
Olga og Helgi Johannesen byrjaðu at renna fyri tólv árum síðan, og seinni lat sonurin, Ingi, seg eisini í renniskógvarnar. Nú kappast tey saman
29.03.2021 - 19:05

Tað eru tólv ár síðan, at Olga og Helgi Johannesen byrjaðu at renna.

Helgi hevði íðka ítrótt sum yngri.
 
 - Men sum hjá so nógum øðrum bleiv ov nógv arbeiði, so minkar mann um venjingina og so gjørdist mann ov tungur og konditiónin fór, sigur Helgi Johannesen.

Olga Johannesen hevði ov høgt blóðtrýst og helt seg sjálva vera ov tunga. Hon hevði ikki hug at taka heilivág, og tí varð renningin svarið.

Tey keyptu eitt renniblað á uttanlandsferð í 2009, og tað varð fyrsta fetið.

 - Eg hugsaði, at hendan byrjanarætlanin var somikið einføld, at eg átti at klára hana, og so fór eg í gongd, greiðir Olga Johannesen frá.

Sonurin vildi eisini renna

Sonurin, Ingi Johannesen, vísti tíðliga evnir, og fór í renniskógvarnar eins og foreldrini.

 - Um tey ikki høvdu runnið, hevði eg neyvan runnið heldur.

Síðan hevur hann tikið renningina í alsamt størri álvara, og nú kappast hann um heiðursmerki hjá teimum vaksnu.

 - Eg rennið meir nú, eini 80 kilometrar um vikuna, og tað ger beinanveg, at eg taki meg fram, sigur Ingi Johannesen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786