Guðrið nýtt føroyskt met í sleggjukasti

Guðrið nýtt føroyskt met í sleggjukasti
Guðrið K. Petersen betraði eitt sindur óvæntað um sítt egna føroyska met í sleggjukasti, tá fyrsta Stórkappingin var á Tórsbreyt um vikuskiftið
17.05.2021 - 17:57

Guðrið Káradóttir Petersen sett nýtt føroyskt met í sleggjukasti leygardagin, tá fyrsta Stórkappingin í frælsum ítrótti var á Tórsbreyt leygardagin.

Íðkarin úr Hvirluni, sló sítt gamla met upp á 43.41m, tá hon kastaði 43.88 metrar. Hon var eitt sindur bilsin av góða úrslitinum. 

 - Eg hevði ikki so høgar vónir til hesa kappingina, so eg eri sera glað fyri at fáa persónligt og føroyskt met, sigur Guðrið Káradóttir Petersen. 

Hon hevur betrað um metið hvørt ár síðan 2018, tá hon tók tað frá Randi Kúrberg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786