Nýtt ÍSF-hús elvir til ósemju

Nýtt ÍSF-hús elvir til ósemju
Nýtt hús skal byggjast til Ítróttarsamband Føroya. Tað gjørdi aðalfundurin av um vikuskiftið, men øll eru ikki líka fegin um avgerðina
31.05.2021 - 13:43

Nýtt sæti til Ítróttasamband Føroya skal byggjast omaná FIMI við Tórsvøll. Tað samtykti aðalfundurin hjá ÍSF um vikuskiftið.

 - Gongur alt, sum tað skal, so flyta vit inn her um heystið í 2023, sigur Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF.

Men tað eru ikki øll, sum eru líka fegin um avgerðina. Hondbóltssamband Føroya og Føroya Fimleikasamband atkvøddu ímóti at fara víðari við ætlanini.

 - Vit eru eitt sindur kedd av, at tað verður lagt omaná FIMI, sum vit altíð hava hildið er lagt av til fimleikin, sigur Eyðun Mørkøre, formaður í fimleikasambandinum. 

 - Vit eru øgiliga glað fyri FIMI, men FIMI hevur longu nógv ár á baki, og vit síggja fyri okkum, at tørvur er at byggja út. Men hetta avmarkar allar okkara møguleikar fyri útbygging, sigur Eyðun Mørkøre.

Hondbóltssambandið er fari frá einum starvsfólki til trý upp á seks ár, og teirra áskoðan er, at húsið verður ov lítið um nøkur fá ár, um nøkur av hinum sersambondunum hava sama vøkstur sum HSF.

Men Jon Hestoy tvíheldur um, at hendan steðsetingin og hendan ætlanin er hin rætta.

 - Hetta er helst tað staðið, sum altíð hevur verið ein partur av ætlanunum um at byggja ÍSF-hús. Og onkursvegna enda vit altíð aftur her, tí hetta staðið er so væl egnað til tað, sigur varaforsetin.

Øll hini sersambondini atkvøddu fyri at fara víðari við ætlanini. MAP arkitektar hava tosað við sersambondini um ymiska tørvin, sum hesi hava, og fari verður nú undir at gera eina byggiskrá saman við bygginevndini. Ætlanin er, at bjóðað út tíðliga næsta ár, og mett verður, at húsið kemur at kosta 30 milliónir krónur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558