VIDEO: Petur Knudsen skal spæla við Lyngby

VIDEO: Petur Knudsen skal spæla við Lyngby
Nú er greitt, at ársins leikari í føroyskum fótbólti í fjør, Petur Knudsen úr NSÍ, skiftir til danska felagið Lyngby Boldklub
lyngby-boldklub.dk
Størsta talent í føroysku fótbólti, Petur Knudsen, hevur skrivað sáttmála við danska felagið Lyngby
30.06.2021 - 15:44

Petur Knudsen skiftir frá NSÍ til Lyngby Boldklub, sum spælir í næstbestu donsku deildini. 

Tað boða feløgini bæði frá  dag.  

Petur Knudsen hevur skrivað ein tvey ára sáttmála við kenda danska felagið Lyngby Boldklub, sum flutti niður úr bestu donsku deildini í fjør. 

"Vit hava leita eftir einum málskjútta, ið kann skapa nakað meira fjølbroyti í okkara álopi. Og hann hava vit funnið í Peturi, sum kann spæla á ymiskum plássum. Hann er enn eitt talent, men hann er búgvin og vit vænta, at hann tekur tað næsta fetið hjá okkum. Hann hevur longu prógvað hvørjar dygdir hann hevur, og vit gleða okkum til at fáa hesar dygdirnar at síggja á liðnum hjá okkum," sigur Niclas Kjeldsen, talentstjóri hjá Lyngby við heimasíðu felagsins.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541