- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyvíkingar skrivaðu hondbóltssøgu
Kvinnurnar hjá H71 spældu seg um vikuskiftið í áttandapartsfinalurnar í evropeisku kappingini, European Cup, tá tær vunnu samanlagt 65-57 sigur á sveisiska liðnum, Spono Eagles.
Samstundis skrivaðu tær føroyska hondbóltssøgu, tí tær, sum tær fyrstu, hava spælt seg framvið tveimum mótstøðuliðum í evropeiskari kapping.
Grundalagið undir samlaða sigrinum varð lagt í fyrsta dystinum, tá H71 vann heili 36-26 ímóti sveisisku ørnunum, hvørs flog var heldur ivasamt. Maria Halsdóttir Weyhe var stóri spælarin við heili 17 málum.
- Tað var øgiliga stuttligt, sigur H71-profilurin.
- Tær vóru ikki ordiliga fyrireikaðar uppá tað, sum eg vanliga ikki sleppi at gera í føroysku kappingini, og tað var øgiliga stuttligt at sleppa at skjóta nøkur undirhondsskot.
Venjarin, Ingi Olsen, heldur, at hoyvíkingar vóru betur fyrireikaðir enn mótstøðuliðið, sum tók ov lætt upp á uppgávuna.
- Tær komu ikki við nøkrum, sum vit ikki høvdu sæð fyrr, og tað var nokkso týðiligt, at tær vistu ikki, hvat vit komu við, sigur Ingi Olsen.
.- Tað virkar, sum tær hava tikið eitt sindur lættari upp á uppgávuna, enn tær kanska áttu, leggur Maria Halsdóttir Weyhe afturat.
Bert 16 lið eru eftir í kappingini nú, og alt annað líka, hækkar stigið fyri hvørt umfar.
- Eg gangi bara út frá, at øll liðini eru øgiliga sterk, so tað verður torført, heldur Maria Halsdóttir Weyhe.
Lutakastið, sum avgerð hvussu spælast skal í áttandapartsfinalunum, verður fyrrapartin týsdagin.