- Tíðindi, mentan og ítróttur
Neyvan fleiri rættindi á hesum sinni
Sambært Anniku Vang er bíðitíðin eftir, at verða viðurkend sum foreldur og javnsett við aðrar borgarar, eftir hondini, ótolandi. Men alt bendir á, at uppskotini um sammóður ikki verða samtykt, tá atkvøðast skal í løgtinginum.
Uppskotini um sammóður vóru borin í løgtingið 10. september.
Eftir 1. viðgerð fóru uppskotini beint í Trivnaðarnevndina hjá løgtinginum. Týsdagin 7. desembur kom álitið loksins úr nevnd. Ikki óvæntað mælir samgongan løgtinginum frá at samtykkja tey trý uppskotini.
Annika Olsen, sum hevur verið ivasom, er partur av meirilutanum í trivnaðarnevndini, sum mælir frá at samtykkja uppskotini um sammóður, men harumframt hevur hon sínar egnu viðmerkingar til meirilutaálitið.




















