Bjarki skal lyfta arvin eftir Absalon

Bjarki skal lyfta arvin eftir Absalon
Sterkasti føroyski langteinarennarin í løtuni, Bjarki Johannessen, ætlar sær nú eisini undir miðvísa maratonrenning. Hann skal lyfta arvin á Toftum eftir Absalon Hansen
11.01.2022 - 13:13

 - Har er ein annar toftamaður, sum hevur verið øgiliga frammaliga í maraton.

Tað sigur sterkasti føroyski langteinarennarin í løtuni, Bjarki Johannessen, sum nú ætlar sær undir maratonrenning. Lítil ivi man vera um, hvør hesin toftamaðurin er.

Absalon Hansen staðfesti sína støðu í føroysku oyggjaleikasøguni, tá hann vann maratonrenningina á heimaasfalti í Føroyum í 1989.  

Absalon Hansen, sum seinni eisini stóð seg væl í m.a. súkkling og bogaskjóting, eigur eisini føroyska maratonmetið. Tað er 2.27.53, og varð sett í Hamburg í 1988. 

Nú bendir nógv á, at Bjarki Johannessen fer undir at lyfta maratonarvin á Toftum og í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423