Í ringinum fyri fyrstu ferð

Í ringinum fyri fyrstu ferð
Tórshavn Boksing sendi tríggjar aðrar føroyingar til Frederiksund at boksa sín fyrsta dyst. Hóast tap, fara royndirnar at koma ungu boksarunum til góðar í komandi kappingum
07.03.2022 - 20:38

Tríggir føroyskir boksarar fingu sín fyrsta dyst, tá Tórshavn Boksing var við í venjingarkapping í Danmark um vikuskiftið. 

Jenný Jacksdóttir Petersen, Teitur Annand og Nóa Jacobsen taptu øll í fyrstu royndini, men royndirnar frá ringinum fara at koma teimum til góðar í kappingum næstu mánaðirnar.

 - Tú kanst hugsa um feilirnar, tú gjørdi, og tað, sum gekk illa í ringinum, og so kanst tú fara heim og venja tað, sigur Jenný Jacksdóttir Petersen. 

Allir tríggir boksararnir umframt David Kunoy, sum vann sín dyst, skulu í næstum kappast í sælendsku meistarakappingini. 


Jenný Jacksdóttir Petersen boksaði sín fyrsta dyst um vikuskiftið. 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025