Marita og Peter eru best í hálvmaraton

Marita og Peter eru best í hálvmaraton
Marita Andrasardóttir og Peter Jensen eru nýggir føroyameistarar í hálvmaraton. Kappast var á 21 kilometra langa teininum í Klaksvík leygardagin
09.05.2022 - 18:13

Marita Andrasardóttir og Peter Jensen vunnu føroyameistaraheitið í hálvmaraton um vikuskiftið, tá kappast var á 21 kilometra teininum í Klaksvík.

Fleiri sterkir rennarar vóru ikki við - millum annað vinnararnir frá í fjør, Sarah Vallin og Bjarki Johannessen - so nýggir meistarar skuldu finnast.

Hjá monnum kappaðist Peter Jensen við Henry Olsen, báðir úr Bragdinum. Peter Jensen, sum fyrr í ár eisini vann FM á 10 kilometrum, dróg so líðandi frá og vann við tíðini 1.19.46.

Henry Olsen kom á mál tveir minuttir seinni, og Pauli Poulsen úr Roysninum fekk triðja plássið. 

 - Eg hevði ikki væntað, at tað fór at ganga so væl, men veðrið var frálíkt, og eg rann eftir kropskensluni, sigur Peter Jensen, sum ætlar sær at røkka kravtíðini til Oyggjaleikir á 10 kilometra teininum. 

Hjá kvinnum var eingin, sum kundi bjóða Maritu Andrasardóttir av. Rennarin úr Bragdinum fór frá hinum beinanvegin, og vann við tíðini 1.31.57. Tíggju minuttir seinni kom Ann Mari av Skarði úr Bragdinum á mál, meðan Helga Súsanna Johansen úr Treysti endaði á triðja plássi.

 - Eg hevði vónað, at eg fór at fáa eina betri tíð, sigur Marita Andrasardóttir, sum hevur havt nógvar skaðar at dragast við, men nú er við at koma fyri seg aftur.


Marita Andrasardóttir ovast á sigursskamlinum leygardagin
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852