Endiliga runnu tey aftur maraton

Endiliga runnu tey aftur maraton
Tórshavn Maraton var aftur runnið eftir tvey ára koronusteðg. Rennarar og fyrireikarar gleddust, og onkur gamal kenningur var eisin við aftur
13.06.2022 - 17:50

Tvær ferðir hevur korona bremsað Tórshavn Maraton.

Í 2020 vórðu mestsum øll ítróttartiltøk avlýst. Verri var árið eftir, tá fyrireikararnir fyrst útsettu og síðan avlýstu renningina í evstu løtu.

 - Tað var øgiliga ørkymlandi, og tað kendist sum luftin fór úr ballónini, segði Ann Thomsen, sum er ein av fyrireikarunum úr Bragdið.

Ballónin var kortini ikki heilt tóm, tí um vikuskiftið eydnaðist endiliga hjá Tórshavn Maraton. Góðir 500 rennarar úr 30 londum settu kós úr miðbýnum og út á ymsu teinarnar, sum rennast kundu.

 - Eg hopi, at vit fáa ein ordiliga góðan dag, at veðrið verður gott og at øll eru glað og koma á mál, segði Ann Thomsen undan renningini.

Vann fyri fjórðu ferð

Trífaldi vinnarin Raoul Jankowski var við aftur, tilreiðar at verja heitið. 

 -  Eg havi saknað tiltakið síðstu tvey árini, og tí eri eg fegin um at vera við aftur, segði týski rennarin.

 - Øll eru so vinarlig her.

Raoul Jankowski vísti kortini onga náði á 42 kilometra langa teininum. Hann fylgdist við Bjarka Johannesen, sum rann hálvmaraton, fyrstu løtuni, áðrenn hann setti ferð á.

Týskarin vann trygt við nýggjari mettíð, 2.35.11.

 - Eg eri sera fegin um úrslitið, tí tað var nógvur mótvindur í byrjanini, men á veg aftur hevði eg vindin undan, og tá gekk munandi skjótari, segði Raoul Jankowski á málinum.

Besti føroyski rennarin var Peter Jensen, sum kom á mál á triðja plássi.

Ann-Mari av Skarði fremsta føroyska kvinnan

Belgiska Astrid Van Cleef vann kappingina hjá kvinnum. 

Fremsta føroyska kvinnan var Ann-Mari av Skarði, sum fekk bronsuna.

 - Tað er fantastiskt, og eg havi ikki ordiliga skilt tað. Eg hevði ikki væntað, at eg fór at blíva føroyameistari, men eg rann ta tíðina, eg fór eftir, segði Ann-Mari av Skarði.


Ann-Mari av Skarði vann FM-heitið í maraton og fekk triðja pláss samanlagt
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595