'Gøtuítróttur' í miðdeplinum

'Gøtuítróttur' í miðdeplinum
Da Sjúka er tiltak, sum setir sonevndan gøtuítrótt í miðdepilin. Áhugin fyri alternativum ítrótti er vaksandi, siga fyrireikararnir, og tað sást aftur á Bacalao um vikuskiftið
20.06.2022 - 18:29

Da Sjúka setir 'gøtuítrótt' í miðdepilin.

 - Vit merkja væl, at tað er ein áhugi millum børn og ung, sigur Ólavur Thorsteinsson, sum er ein av fyriskiparunum av tiltakinum, sum hevur nøkur ár á baki.

Í ár skuldi gøtuítrótturin vísast fram á Tórsgøtu - sum tað sømir seg - men vánaliga veðrið leygardagin gjørdi, at tiltakið varð flutt inn í Bacalao á Vestaru bryggju, har fleiri av alternativu ítróttagreinunum halda til.

 - Ein dag sum í dag eru nógv børn við foreldrum, og tey eru alt frá trý til átta ára gomul, greiðir Ólavur Thorsteinsson frá.

 - So eru tað tey, sum koma sjálvi, sum eru millum 10 og 14 ára gomul. So hava vit eisini nøkur vaksin, sum koma at royna seg.

Parkourvenjari komin úr Danmark

Parkour er ein lutfalsliga nýggj ítróttargrein í Føroyum.

Hon snýr seg ikki endiliga um at kappast - heldur handlar tað um at nýta kroppin og flyta seg á einum øki á alskyns hátt framvið alskyns forðingum.

 - Eg trúgvi, at tað eru fleiri, sum ikki dáma fótbólt, svimjing ella hondbólt - tað traditionella - sum ikki endiliga vilja íðka fyri at vinna, sigur Óðinn Katrinarson Johansen. 

 - Her eru óivað fleiri, sum høvdu dámt tað, enn sum íðka í løtuni.

Danin, Marcus Grandjean, var komin úr Danmark at leggja fólki lag á.

 - Eg vóni, at fleiri ung síggja, hvat parkour er, og hvat er so gott við parkour, sigur hann.

 - Og at fólk her í Føroyum fáa íblástur til at brúka hendan rørsluítróttin.

Ólavur Thorsteinsson ætlar at hava tiltakið einaferð afturat í summar, og tá er meiningin, at tað skal vera uttandura.


Gøtuítróttur kann onkursvegna setast í samband við alternativa gøtumentan 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128