Skúlin á Trøðni óegnaður sum frítíðartilboð

Skúlin á Trøðni óegnaður sum frítíðartilboð
40 børn við serligum tørvi missa eftir øllum at døma sítt frítíðartilboð eftir summarferiuna. Ætlanin við Skúlanum á Trøðni er eitt vánaligt hugskot sambært skúlastjóranum
20.06.2022 - 17:15

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, mælti fríggjadagin til, at Skúlin á Trøðni verður brúktur sum frítíðartilboð eftir summarferiuna til børn við serligum tørvi.

Men Jan Christiansen, skúlastjóri á Trøðni, mælir staðiliga frá.

Hetta er roynt áður við vánaligum úrsliti. Millum annað hava børnini trupult við at skilja munin ímillum at vera í skúla og í einum frítíðartilboði, tá hølini eru neyvt tey somu. Hann heldur tað eisini vera løgið, at tá øll onnur børn í Tórshavnar Kommunu hava síni frítíðartilboð uttan fyri skúlagátt, so ber tað ikki til, tá talan er um børn við serligum tørvi. Og skal ein fyribils loysn finnast, so stendur Venjingarskúlin gapandi tómur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232