Politiið í Klaksvík finst at miðsavning í Havn

Politiið í Klaksvík finst at miðsavning í Havn
Arbeiðsgleðin er í botni, og arbeiðsumhvørvið er í fríum falli, sigur støðleiðarin í Klaksvík
Brot úr grein í fakblaðnum Dansk Politi
 
17.09.2026 - 21:22

- Vit eru undirmannað, og arbeiðsgleðin er bankað í botn.

Tað er boðskapurin hjá Jan Poulsen, støðleiðara á politistøðini í Klaksvík, í eini grein á heimasíðuni hjá Dansk Politi, sum er fakblaðið hjá danska politistafelagnum, Politiforbundet.

Í greinini verður millum annað funnist harðliga at miðsavningini av politinum í Havn. Har verða allar avgerðir tiknar, og eisini vaktarplanurin fyri støðina í Klaksvík - sum sambært støðleiðaranum umfatar ov fá løgreglufólk - verður gjørdur í Havn.

Miðsavningin rakar hart, sigur Jan Poulsen við Dansk Politi.

- Arbeiðsumhvørvið er í fríum falli. Tá møtt verður til arbeiðis, ánar tú ikki, hvørjum tú møtir saman við, og um nakar er at møta saman við. Ofta verður tú sendur til Havnar uttan nakað veruligt endamál, so ofta er ongin heima her á støðini, sigur hann.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595