VIDEO: 610 kilometrar upp á 48 tímar

VIDEO: 610 kilometrar upp á 48 tímar
Soleiðis gekk tað fyri seg, tá Jákup Petur Eliassen og systkinabarnið, Ken Bærentsen, súkklaðu til nærum allar bygdirnar í Føroyum upp á tvey samdøgur fyri Eydnudeildina
03.07.2022 - 21:22

Í síðstu viku súkklaðu Jákup Petur Eliassen og systkinabarnið, Ken Bærentsen, til nærum allar bygdirnar í Føroyum upp á 48 tímar. 

Byrjað var í Sumba mánamorgun, og endað var á Vaglinum í Havn 48 tímar seinni.

Túrurin var ikki uttan avbjóðingar - tað var serliga kalda og váta veðrið og avbjóðandi floglíkindi, sum hóttu - men tað eydnaðist kortini teimum báðum at fullføra til tíðina.

Sí longri innslag um minniliga súkkutúrin omanfyri.

Innsavnan var til frama fyri Eydnudeildina í samband við súkklutúrin, og higartil eru smáar 55.000 krónur komnar inn. Til ber at stuðla inntil mikudagin 6. juli.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938