Vit vinna uppiborið ímóti 80 milliónum

Vit vinna uppiborið ímóti 80 milliónum
Liðskiparin, Viljormur Davidsen, fegnaðist sjálvsagt um sigurin á Turkalandi á Tórsvølli. - Eg eri ekstremt errin av dreingjunum. Vit góvu hjarta fyri flaggið
25.09.2022 - 23:24

Liðskiparin var errin eftir 2-1 sigurin á Turkalandi sunnukvøldið.

 - Hetta er heilt fantastiskt. Tað búgva 80 milliónir í Turkalandi, og vit vinna uppiborið 2-1. Tað haldi eg, vit kunnu vera ekstremt stoltir av, segði Viljormur Davidsen eftir stóra úrslitið.

Vinstri bakkurin, sum er liðskipari í Helsingborgs, hevur tikið ábyrgdina á seg eftir at Hallur Hansson fekk álvarsaman knæskaða, og hann var errin av liðfeløgunum eftir dystin.

Hann skeyt sjálvur Føroyar framum tíðliga í seinna hálvleiki. 

 - Sølvi fer ígjøgnum í høgru, og tá hann setir mannin hjá sær, síggi eg eitt hol, og bólturin kemur har. So er eitt at gera, og tað er at seta hann í kassan, og tað var heilt fantastiskt, greiddi Viljormur Davidsenf frá.

Hetta var fjórða landsliðsmálið hjá støðuga vinstra bakkinum, sum nú fekk enn ein minniliga sigur í skjáttuna.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761