Eysturlon farin á aðrar hendur

Eysturlon farin á aðrar hendur
Fróði Sigvardsen og Árni Rasmussen hava keypt byggifyritøkuna frá Jógvani Hans Østerø
Umleið 40 fólk arbeiða hjá Eysturlon.
 
18.08.2026 - 14:53

Bygifyritøkan Eysturon er seld. Avtalan var gjørd sunnukvøldið, og starvsfólkini vóru kunnað í gjár.

Tað skrivar in.fo

Nýggir eigarar eru vinnulívsmenninir, Fróði Sigvardsen og Árni Rasmussen.

Í felag hava teir báðir stovnað íløgufelagið SR Invest, sum hevur keypt Eysturlon.

 

Reka fyritøkuna víðari

- Ætlanin er at reka Eysturlon víðari, sum fyritøkan verður rikin í dag. Vit ætla ikki at gera stórvegis broytingar. Eysturlon er kent fyri dygd, og bæði starvsfólkini og tað, sum fyritøkan stendur fyri, skulu varðveitast, sigur Fróði Sigvardsen við in.fo.

Stovnarin og stjórin í Eysturlon, Jógvan Hans Østerø, heldur fram í felagnum eina tíð, men fer síðani frá.

Umleið 40 fólk arbeiða hjá Eysturlon.

Sambært greinini á in.fo vilja partarnir ikki at upplýsa prísin fyri fyritøkuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507