- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar fangaðir í Ajax-ruðuleika
Føroysku hondbóltsspælararnir, Brandur Halgirsson og Leivur Mortensen, leita eftir nýggjum arbeiðsgevara.
Óskil hevur valdað í Ajax København síðstu tíðina. Í september kom fram, at spælarar ikki høvdu fingið alla sína løn, og at teir ikki vóru tryggjaðir.
Stjórin í partafelagnum, sum rekur besta mansliðið, hevur fleiri ferðir síðsta mánaðin lova bót og bata, men higartil er tað ikki eydnast at fáa viðurskiftini í rætt lag.
Av tí sama er støðan versna, dystir eru avlýstir og nú hava spælararnir fingið loyvi at leita eftir nýggjum felagi.
- Tað hevur verið øgiliga hart, og sálarliga hevur tað verið strævið. Tað hevur roynt okkara samanhald sum lið, sigur Brandur Halgirsson.
Truplar umstøður
Umstøðurnar í felagnum hava sjálvandi ávirkað ítróttarliga partin.
Hóast liðið hevur gjørt sítt ítasta til at venja sum vanligt, viðgongur Brandur Halgirsson, at tað hevur verið ringt at hugsavna seg.
- Vit royna, sum best ber til, men tað sigur seg sjálvt, at venjingarnar ikki hava verið á sama stigi, sum tær hava verið áður, sigur hoyvíkingurin.
Leysir av sáttmálanum
Spælararnir hava fingið tilboð um at verða loystir úr sáttmálanum, og í løtuni leita báðir føroyingarnir eftir nýggjum felagi.
Hvussu hevur tað verið at finna nýtt felag, tá mann hevur verið í einum felagi, har tingini ikki hava rigga optimalt?
- Tað hevur verið løgið, tí eg havi verið noyddur at fyrihildið meg til at vera her í støðuni í Ajax, men eisini at tosa við eitt annað felag. Á tann hátt hevur tað gingið í tveimum sporum, greiðir Brandur Halgirsson frá.
Hann harmast um, at tey fýra árini í høvuðsstaðarfelagnum eftir øllum at døma fáa ein bráðan og óhepnan enda.
- Eg havi verið her, síðan eg flutti til Danmarkar, so tað er øgiliga keðiligt. Eg eri akkurát blivin venjari hjá U19-dreingjunum, so eg kenni meg sum ein stóran part av felagnum, so hesum eri eg øgiliga keddur av. sigur Brandur Halgirsson.




















