Risastór sponsk avbjóðing bíðar

Risastór sponsk avbjóðing bíðar
Tveir dystir ímóti spanska liðnum, Atletico Guardés, bíða kvinnum hjá H71 í áttandapartsfinaluni í European Cup. Uppgávan er stór, viðgongur Maria Halsdóttir Weyhe
09.01.2023 - 16:32

Tveir dystir ímóti spanska liðnum, Atletico Guardés, bíða kvinnum hjá H71 í áttandapartsfinaluni í European Cup.

Uppgávan er stór, viðgongur Maria Halsdóttir Weyhe, og hon verður ikki minni av, at báðir dystirnir skulu spælast á útivølli. 

 - Vit skulu møta einum liðið, sum hevur staðið seg øgiliga væl síðstu árini, bæði í sponsku kappingini og í Evropa, men vit eru øgiliga spentar upp á at vita, um vit kunnu bjóða teimum av, sigur H71-spælskiparin.

Í fjør spældi H71 seg í fjórðingsfinalurnar í somu kapping. Har endaði alt við einum skriviborðsósigrið fyri ukrainska liðnum, HC Galychanka Lviv, eftir at hoyvíkingar ikki fingu møtt til útidystin orsakað av krígnum í Ukraina. 

Skulu fjórðingsfinalurnar røkkast aftur í ár, skal mestsum alt ganga upp í eina hægri eind, heldur Maria Halsdóttir Weyhe.

 - Fyrireikingin skal vera í topp, fyri at vit kunnu hava ein møguleika. Vit mugu fyrireika okkum upp á alt tað, sum tær koma við, so vit hava svarini til reiðar, sigur Maria Halsdóttir Weyhe. 

 - Og so er tað sjálvandi at koma við øllum, sum vit hava, á sjálvum leikdegnum.

Fyrri dysturin ímillum H71 og Atletico Guardés verður spældur leygarkvøldið klokkan 18:00, og seinni dysturin verður dagin eftir, sunnudagin, og hann er eisini klokkan 18:00.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497