Sikta eftir Rumenia

Sikta eftir Rumenia
Í vár bíða undankappingardystir føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum. Rumenia á heimavølli er fyrst á skránni, og bjartskygni ræður, hóast skaðar órógva fyrireikingarna
16.01.2023 - 21:35

Nógv er komið burturúr, sigur landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen.

 - Vit hava vant miðvíst ímóti sera spennandi dystunum ímóti Rumenia, sigur danin, sum - saman við einum stórum bruttolandsliðshópi - hevur fyrireika seg til komandi EM-undankappingardystirnar síðstu vikuna.

 - Vit nærkast, men tað verður also ein lítil sensatión, um vit megna at vinna á Rumenia, men tað fara vit at royna, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.


Liðið ætlar sær til EM

Rumenia vitjar Høllina á Hálsi í fyrsta dystinum 8. mars, áðrenn returdystin eystanfyri. Í apríl eru dystir heima ímóti Ukreina og á útivølli ímóti Eysturríki. Tí er tað ein trupul uppgáva, sum bíðar føroyska liðnum, men spælararnir eru kortini bjartskygdir.

 - Tað verður har (á heimavølli, red.), vit skulu royna at vinna beinanvegin, tí niðri í Rumenia vita vit, at tað er torført bæði við dómarum og áskoðarum, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum ikki hevur spælt hondbólt síðan síðsta summar. Hann varð skurðviðgjørdur fyri trimum mánaðum síðan, og gongst eftir ætlan, verður IK Sävehof-stjørnan aftur á vøllinum um tríggjar vikur. 

 - Um vit hyggja at leikarunum, eru vit kanska ikki sama stað sum mótstøðuliðini eru, men vit halda sjálvir, at vit kunnu avrika á tí stignum, sigur málverjin, Pauli Jacobsen.

Høgri vongurin, Hákun West av Teigum heldur, at tað ræður um at gera støddarmunin til ein fyrimun. 

 - Vit skulu royna at vera gløggari og skjótari, sigur hann.


Skaðar órógva fyrireikingina

Landsliðsvenjarin harmast um, at fleiri av lyklaspælarunum á føroyska liðnum í løtuni sita uttanfyri við skaða og tískil ikki fingu verið við til venjingarnar síðstu vikuna.

Talan er millum annað um Vilhelm Poulsen og Kjartan Johansen á vinstra bakki og Peter Krogh, sum serliga hevur týdning í føroyska verjuspælinum. Harafturat tykist Peter Bredsdorff-Larsen ikki vera eins bjartskygdur og Elias Ellefsen á Skipagøtu hvat viðvíkur útlitunum fyri at fáa miðjuna aftur á vøllin til Rumenia-dystirnar.

 - Okkara kjansir eru munandi størri, um Elias er við, men vit fyrireika okkum upp á, at hann ikki verður við, tí tað hava vit roynt fyrr, sigur venjarin.

 - Tað er kanska hann, sum ein stórur partur av tí nýggja spælkonseptinum er bygt upp rundan um, og so er tað sjálvandi øgiliga ringt, tá hann ikki er við, sigur Pauli Jacobsen.

 - Men vit hava eisini sæð, at til dømis Óli Mittún spælir fantastiskt síðsta dyst, kanska tí at hann fær meir spælitíð, enn hann annars hevði fingið, sigur málverjin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938