Tennis: Fyrsti landsdysturin bíðar

Tennis: Fyrsti landsdysturin bíðar
Føroyska tennislandsliðið skal spæla sín fyrsta landsdyst í næstum. Dysturin ímóti Íslandi er liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar á Guernsey í summar
06.02.2023 - 10:02

Føroyska tennislandsliðið skal spæla sín fyrsta landsdyst í næstum.

Tað er Ísland, sum tekur ímóti, og dysturin er liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar á Guernsey í summar. 

 - Vit skrivaðu til teir fyri nøkrum mánaðum síðan, og teir halda, at tað er spennandi at fáa vitjan, sigur Jón Brekku, landsliðsspælari.

 - Eg eri rættiliga spentur upp á hetta, tí hetta er tann fyrsti almenni landsdysturin hjá Føroyum, sigur Pætur Marjunarson Dahl, sum eisini er ein av teimum sjey, sum eru tiknir út til hópin hesa ferð.

 - Íslendingar hava eisini gjørt eitt sindur burturúr. Teir hava gjørt plakatir og royna at fáa áskoðarar inn, tí teir halda eisini, at tað er stuttligt.

Liður í Oyggjaleikafyrireiking

Fyri einum ári síðan varð danin, Adam Blicher, settur í starv sum landsliðsvenjari, og dysturin ímóti Íslandi er liður í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar á Guernsey, sum verða í summar.

 - Hetta var ein góður møguleiki hjá okkum at hava eina upphitingarkapping til Oyggjaleikirnar í summar, sigur Pætur Marjunarson Dahl. 

 - Sum tennislandslið er eisini stuttligt at vera við í tí, sum eitur Davis Cup, sum er felagsskapurin fyri landsliðstennis - tú kanst kalla tað tey óalmennu heimsmeistaraheitini fyri tennis. Og fyri at sleppa við har, mugu vit byrja at spæla landsdystir og ikki bara á Oyggjaleikum.

Miðalaldurin á landsliðnum er heldur høgur, viðganga spælararnir, og næsta ættarliðið er framvegis ungt, og tí skal landsdysturin ímóti Íslandi eisini brúkast til at fáa royndir og sambond, sum kunnu koma til góðar í menningini av komandi landsliðsspælarum.

 - Nú eru vit ikki nakað ungt landslið, og vit eru eisini venjarar hjá teimum ungu, sum spæla her. So tað gongur út upp á, at vit vinna okkum royndir og knýta so nógv sambond við fólk í tennis, sum vita betur enn vit. So vit fara eisini at royna at vita, hvat Ísland ger fyri at menna tennis har, greiðir Jón Brekku frá.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429