Føroyskt tennis mennist í stórum

Føroyskt tennis mennist í stórum
Betri umstøður, nýggjan landsliðsvenjara, kappingar at gleða seg til og nógvir nýggir ungir spælarar: Tað eru nakrar orsøkir til, at tað er stuttligt at spæla tennis í løtuni
06.02.2023 - 17:38

Tað er stuttligt at spæla tennis í hesum døgum.

Landsliðið skal royna seg í sínum fyrsta almenna landsdysti ímóti Íslandi í næstum, og sjey spælarar eru í hópinum. Í summar eru Oyggjaleikirnir á Guernsey á skránni.

Fyri einum ári síðan varð nýggjur danskur landsliðsvenjari settur, og upp á stutta tíð hevur tað eydnast Adam Blicher at hækka stigið munandi.

Síðstu árini eru umstøðurnar til tennis í Gundadali batnaðar nógv, og bæði hjá kvinnum og teimum ungu, eru heilt nógvir spælarar lagdir afturat. 

Sí longri innslag, har Elna Johannesen tosar við Jón Brekku og Pætur Marjunarson Dahl.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025