Gaggur: Vanar, úrval og móti

Gaggur: Vanar, úrval og móti
Vanar, úrval og móti eru nakrar av grundunum til, at FG-gaggur eru munandi lættari at finna á handilshillunum. Tað sigur Meinhardt Joensen, sum eigur ítróttahandil í Klaksvík
28.02.2023 - 09:00

Vanar, úrval hjá veitarunum og móti.

Tað eru nakrar av orsøkunum til, at FG-gaggur til gras er munandi lættari at finna á hillunum hjá ítróttahandlunum enn AG-gaggur, sum eru til graslíki. Tað sigur Meinhardt Joensen, sum eigur ítróttahandilin, Motus Sport í Klaksvík.

 - Grundin til, at vit í stóran mun selja FG er nokk, at tað søguliga hevur verið brúkt. Vit hava kundar, sum ynskja teir knobbarnar, sigur Meinhardt Joensen.

 - Fleiri av veitarunum hava minimalt av AG-gaggum á goymslu, og tí gevur tað ofta trupulleikar hjá okkum at fáa fatur á.

Móti spælir eisini ein ávísan leiklut, tá spælarar velja gaggur.

 - Tekur mann onkran av teimum stóru veitarunum av fótbóltsskóm í dag, so koma teir út við eini 12 ymiskum litútgávum um árið, har ið í hvussu so er tríggjar ella fýra av teimum útgávunum ikki eru tøkar í AG, men tá hava vit spælarar, sum ynskja hesa útgávuna kortini í FG, greiðir Meinhardt Joensen frá.


Pápi setir spurnartekin við úrvalið

Hetta sigur Meinhardt Joensen, eftir at Samson Nesá hevur spurt, um føroyskir fótbóltsspælarar í roynd og veru ikki sparka í skeivum gaggum. 

Dóttir hansara sleit krossbandið undir fótbóltsvenjing í mars í fjør, og eftir hetta gjørdist hann av tilvild varur við, at handlar bjóða og mest gaggur við sonevndum FG-knubbum, meðan AG-knubbarnir til graslíki eru verri at fáa fatur á.

 - Tá eg fari runt í handlarnar í Føroyum at hyggja at hesum, vísir tað seg, at kanska 80-90 prosent av gaggunum vit selja í Føroyum eru FG, sigur Samson Nesá. Hann skilir ikki, hví størri úrval ikki er av gaggum til graslíki, tá tað næstan bara verður spælt á graslíki í Føroyum.


Spælarar hugsa meir um, hvørjum teir spæla í

Meinhardt Joensen sigur, at føroyskir spælarar og fólk yvirhøvur, nú hugsa meir um, hvørjum gaggum tey sparka í. Hetta er broytt nógv tey síðstu árini.

 - Fleiri er meir tilvitaðir um at brúka AG nú, enn teir vóru í fjør ella í fyrra árið, men meirilutin ynskir framvegis at brúka FG, tí tað er tað, sum teir eru vanir við, sigur Meinhardt Joensen. Eisini kann tað spæla inn, hvørjum felagið spælarin er frá, og hvønn vøll hann spælir á til daglig. 

 - Tí vøllirnir eru eisini ymiskir, og summir egna seg heilt greitt til AG, meðan fleiri eru væl egnaðir til FG, sigur Meinhardt Joensen.

Eftir at kjak hevur tikið seg upp um tey ymsu sløgini av gaggum, og fólk spyrja meir eftir graslíkisknubbum, væntar Meinhardt Joensen, at úrvalið av AG-gaggum fer at vaksa. Føroysku ítróttahandlarnir eisini selja onnur sløg av gaggum. Til dømis FG/MG og MG. MG stendur fyri multiground, og sambært onkrum vegleiðingum er hetta slagið væl egna á fleiri ymiskum undirløgum, m.a. graslíki.

Meinhardt Joensen hevur sjálvur spælt fótbólt í fleiri áratíggju, og hann hevur sjálvur spælt mest í FG-gaggum, tí sum málverji er týdningarmikið, ikki at glíða.

Hann heldur ikki, at til ber at seta beinleiðis samband ímillum FG-gaggur og krossbandsskaðar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400