Formaðurin: Trýr upp á veking við Stórá

Formaðurin: Trýr upp á veking við Stórá
Fyrireikingarnar hjá TB til nýggja kappingarárið hava verið merktar av órógvi. Viðmerkjarar eru skeptiskir, men formaðurin, André Dalfoss, trýr upp á fótbóltsveking við Stórá
03.04.2023 - 21:13

 - Hundrað prosent, hundrað prosent.

Tað svarar formaðurin í Tvøroyrar bóltfelag, André Dalfoss, tá hann verður spurdur um, hann trýr upp á veking við Stórá.

Fyrireikingar hjá uppflytaranum og aldursforsetanum í føroyskum fótbólti hava verið rokaligar og merktar av órógvi. André Dalfoss, sum í 2014 fór frá sum formaður í TB og fekk forboð ímóti at at verða við í fótbóltsvirksemi í fýra ár fyri brot á reglurnar um fótbóltssáttmálar, er aftur við stýrisvølin, og hann hevur greið mál.

TB skal varðveita plássið í bestu deildini, og áskoðaraplássini við Stórá skulu aftur fyllast við viðhaldsfólkum. 

 - Okur ynskja at fáa fólk vestur aftur við Stórá at fylla setrini uttanfyri her, sigur formaðurin og peikar afturum seg, har Betri-deildarhópurin er í gongd við venjing.

Í februar - umleið ein mánað fyri kappingarbyrjan - var danski venjarin, Dan Jensen, sendur til hús. 

 - Okur ynsktu eina kós, og hann ynskti eina aðra, og tað fungeraði slett ikki, sigur André Dalfoss.

Zoran Pavlovic, ið eisini vandi TB í 2019, er aftur á síðulinjuni, og hann og TB-viðhaldsfólkini fingu eina óvæntaða gávu, tá landsliðsspælarin, Gilli Rólantsson Sørensen, skrivaði undir sáttmála við barndómsfelagið, har hann ætlar at spæla til í summar. 

Fótbóltsviðmerkjarar eru skeptiskir, men André Dalfoss trýr upp á, at tað ber til at vekja felagið og fólkini rundanum.

 - TB er á rættari kós... øll standa saman um TB nú. Spælarar, stuðlar og viðhaldsfólk, sigur hann. 

3-2 tosaði við André Dalfoss 20. mars. Sí samrøðuna omanfyri.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365