Systkini sterkast á máttuni

Systkini sterkast á máttuni
Føroyameistararnir í opnum bólki í judo eru royndu systkini, Petur Sigurð Johannesen og Silja Johannesen
17.04.2023 - 18:41

Síðstu judofinalurnar á stóra FM degnum í høllini á Hálsi vóru í opna bólkinum hjá bæði monnum og kvinnum. 

Hjá monnunum hittust Petur Sigurð Johannesen og Bárður H. Lenvig, báðir úr Havnar judofelag. 

- Her er so stórur vektmunur, at eg, uttan at taka nakað frá Bárði, meti hetta vera ein avgreiðsluspurning hjá Petur Sigurði, segði viðmerkjarin í sjónvarpinum. 

Men føroyameistarin sjálvur var ónøgdur eftir dystin, hóast sigur. 

- Eg føldi ikki, at eg slapp at berjast mítt judo móti Bárði í dag, segði Petur Sigurð Johannesen eftir dystin.Í kvinnudystinum var Silja Johannesen aftur á gólvinum eftir steðg vegna barnsburð.

Hon og Anna S. Steinberg bardust eisini fyri tveimum árum síðan, og eftir dystin í dag stóð Silja sum vinnari og føroyameistari. 

- Eg vónaði ikki, at dysturin bleiv ov langur, og eg royndi ikki at leypa ov nógv á, segði ein glað Silja Johannesen, tá ið føroyameistaraheitið var vunnið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558