VIDEO: Alexander tendraði Olympiska eldin

VIDEO: Alexander tendraði Olympiska eldin
Føroyska ferðalagið, sum er farið úr Føroyum fyri at kappast í Special Olympics í Berlin, er í løtuni í suðurtýska býnum Wilhelmsdorf, har Olympiski eldurin nú er tendraður
Parasport Føroyar
Alexander Mittún Darvishi-Kobejari tendraði Olympiska eldin í Wilhelmsdorf
15.06.2023 - 11:05

Alexander Mittún Darvishi-Kobejari bar eldin og Súsanna Johannesen bar fram eiðina fyri teir tólv føroysku íðkararnar, sum komandi viku skulu taka lut í Special Olympics World Games í Berlin.

Føroyska ferðalagið, sum er farið úr Føroyum fyri at kappast í Special Olympics World Games í Berlin, er í løtuni í suðurtýska býnum Wilhelmsdorf, har olympiski eldurin varð tendraður, olympiska flaggið borið inn og eiðin tikin av øllum ítróttarfólkunum.

Tey, ið bóru flaggið fyri Føroyar, vóru Hóri Hemmingsson, Durita Kjartansdóttir Strøm og Tummas Marjunarson Wilhelm. 

Býurin Wilhelmsdorf við 5000 íbúgvum tók væl ímóti ferðalagnum, sum hevur upplivað bæði riddaraborgir, siglitúr á Konstanz vatninum og tey vardu verkstøðini í økinum.

Tey 12 føroysku ítróttarfólkini fara nú til Berlin, har tey skulu kappast í svimjing, frælsum ítrótti, fimleiki, boccia, bowling og borðtennis.

Hitt føroysku ítróttafólkini í innslagnum omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334