Sjúkrahússtjóri: Fígging má fylgja við nýggjari rús- og abstinensviðgerð

Sjúkrahússtjóri: Fígging má fylgja við nýggjari rús- og abstinensviðgerð
Um Sjúkrahúsverkið skal átaka sær nýggjar uppgávur í sambandi við rús- og abstinensviðgerðartilboð, so má fígging fylgja við, sigur Per Busk, stjóri í Sjúkrahúsverkinum
Rúsevnis- og abstinensviðgerð er komin á breddan eftir dokumentarin "Leivur vil liva" í sjónvarpinum
Mynd: Bárður Veihe  
 
28.10.2026 - 11:59

Fígging má fylgja við, um Sjúkrahúsverkið skal átaka sær nýggjar uppgávur í sambandi við rús- og abstinensviðgerðartilboð. 

Tað sigur Per Busk, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, nú Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnan í heilsumálum, hevur heitt á Sjúkrahúsverkið um at lýsa, hvussu eitt rús- og abstinensviðgerðartilboð kann skipast innan verandi karmar.

Boðini hevur Per Busk fingið, hóast Sjúkrahúsverkið eisini hevur fingið boð um at spara 6,8 milliónir krónur næsta ár. 


Per Busk, stjóri í Sjúkrahúsverkinum

 

Freist til 6. november

Sjúkrahúsverkið hevur fingið freist til fríggjadagin 6. november at lata landsstýriskvinnuni lýsingina, hvussu eitt rús- og abstinensviðgerðartilboð kann skipast.

Per Busk, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, tekur væl ímóti ætlanini, men ger greitt, at nýggjar uppgávur krevja meira fígging.

Tað er Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum hevur biðið Sjúkrahúsverkið lýsa, hvussu eitt rús- og abstinensviðgerðartilboð kann skipast.


Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nýtt tilmæli

Hóast Føroyar longu í 2022 fingu eina heildarætlan við 58 tilmælum um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu, so skal ein nýggjur arbeiðsbólkur nú kanna, hvussu rúsviðgerðin skal skipast. 

Arbeiðsbólkurin hevur fingið freist til juli næsta ár at koma við tilmæli, men landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur heitt á Sjúkrahúsverkið at lýsa, hvussu eitt rúsevnis- og abstinenstilboð kann skipast undir verandi karmum, samstundis sum Sjúkrahúsverkið skal spara.

Per_Busk_um_rusevnisvidgerd

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541