Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brandur H. Olsen: Óttaðist fyri fótbóltsyrkisleiðini
Brandur H. Olsen: Óttaðist fyri fótbóltsyrkisleiðini
Skálvíkingurin setir her orð á hørðu tíðina uttanfyri kritaðu linjurnar, hvussu gott hann hevur tað nú og liðfelagan í Fredrikstad og á landsliðnum, Jóannes Bjartalíð
17.06.2023 - 12:35
Lítið er betri í føroyskum fótbólti enn at síggja Brand Hendriksson Olsen upp á sítt besta.
Fótfimi miðvallarin úr Skálavík hevur fótbóltsevni sum fáur undan honum, og eftir drúgva skaðamarru er hann aftur til reiðar við bóltinum fyri føturnar.
- At eg eri her í dag - á Tórsvølli og á Hotel Føroyum - saman við øllum spælarunum og venjarunum, tað er stuttligt, sigur Brandur Hendriksson Olsen.
Hálvt annað ár á síðulinjuni
Alt tóktiskt ganga upp á stás hjá miðvallaranum, tá hann saman við liðfeløgunum í svenska felagnum, Helsingsborgs, fyrireikaði seg til nýtt kappingarár tíðliga í 2022.
Brandur H. Olsen hevði spælt stóran leiklut í uppflytingini hjá stórfelagnum, og nú var venjingarlega í Marbella undir Suðursponsku sólini á skránni.
- Eg hevði eitt gott ár í Superettan (næstbesta svenska deildin, red.), vit fluttu upp og vónirnar um eitt ár í Allsvenskan hjá mær vóru góðar. Eg kendi, at eg endiliga var komin fyri meg eftir fyrra knæskaðan, og hevði rokkið einum stigið, sum var hægri enn áður, greiðir 27 ára gamli miðvallarin frá.
Uttan ávaring síðst í eini venjing brustu allar vónirnar brádliga, og veruleikin var ein heilt annar. Brandur H. Olsen hevði slitið krossbandið.
- Tað var forferdiliga hart, og tað tók tíð, áðrenn eg vildi góðtaka tað, sigur Brandur H. Olsen.
Visti, hvat stóð fyri framman
Hetta var ikki fyrstu ferð, at skálvíkingurin, sum byrjaði sína yrkisleið í FC Keypmannahavn sum blaðungur, sleit krossbandið. Tað gjørdi hann eisini í 2017, tá hann spældi við Randers.
Hann visti tí, hvat stóð fyri framman, og tað var bæði gott og ringt.
- Í fyrstani haldi eg, at tað gjørdi tað verri, tí eg veit, hvussu nógv skal til, áðrenn tú kemur fyri teg eftir skaðan. Eitt er uppvenjing og pína, eitt annað er fótbóltsformurin; timing, kroppsliga og sálarligi parturin. Tað var hart at byrja við, men tá eg vendi tí við, og brúkti tað, sum eg lærdi av fyrra skaðanum, varð tað ein hjálp í síðsta enda, greiðir landsliðsspælarin frá.
Brandur H. Olsen var ikki heilt nøgdur við hjálpina, sum hann fekk frá svenska felagið sínum - hinvegin fær føroyski fysioterapeuturin, Brian Fossabrúgv, besta ummæli - og tað fær nýggja felagið hjá Brandi, Fredrikstad, har Mikkjal Thomassen er venjari, eisini.
- Har hevur uppvenjingin verið øgiliga væl skipað. Eg havi fingið øgiliga góða hjálp frá fysioterapeutum, kroppsligum venjarum, frá Mikkjali, og tí standi eg her í dag í betri kroppsligari venjing, enn eg havi verið í langa tíð, staðfestir Brandur H. Olsen.
Óttaðist fyri fótbóltsframtíðini
Meðan fótbólturin rullaði víðari í Svøríki og á landsliðnum, bardist føroyski spælskiparin ein harðan kamp fyri at koma fyri seg. Óteljandi tímar eru brúktir í venjingarhølum, á súkklu við vektum í hondini, og tá er skjótt, at tankarnir vinna einum neisur. Tað vóru løtur, viðgongur Brandur H. Olsen, har hann ivaðist í, um hann aftur fór at spæla fótbólt á sama stigið sum fyrr.
- Fyrra skurðviðgerðin gekk væl, men eftir eitt hálvt ár, føldist knæið ikki, sum tað skuldi. Eg fór so aftur til læknan, í skannara og tað vísti seg, at eg mátti skerast eina ferð afturat. Eftir ta skurðviðgerina hevur tað bara gingið ein veg, tíbetur, men har vóru nógv spurnartekin, ásannar føroyski fótbóltssnillingunin.
Nú er Brandur H. Olsen aftur í fullari venjing í Fredrikstad, men óttin lúrir framvegis onkustaðni í huganum.
- Jú, sjálvandi ger hann tað. Serliga fyrsta tíðin, tá tú venur við fullari ferð við liðnum, er hin ringasta. Tað koma so nógvar nýggjar støður. Vendingar, akselerasjónir, tvídystir, sum ganga fyri seg við nógvari ferð, og tá koma støður, har tú fært 'flashbacks' til løtuna, tá tað hendi í Marbella. Endurtøkur og meira endurtøkur skulu til, og fyrr ella seinni við hjálp frá yrkisfólki, sum eg havi tosað nógv við, kemur tú eisini ígjøgnum tað, greiðir miðvallarin frá.
Tekur sær av Jóannesi
Í januar bórust tíðindini um, at Brandur Hendriksson Olsen skuldi spæla við norska felagnum, Fredrikstad, sum spælir í næstbestu norsku deildini.
Har kom skálvíkingurin afturat fyrrverandi KÍ-venjaranum, Mikkjali Thomassen, og fyrrverandi KÍ-miðvallaranum, Jóannesi Bjartalíð, sum fyri fyrstu ferð royndi seg á egnum beinum uttanfyri familjuheimið. Teir báðir búðu saman í tveir mánaðir.
- Vit høvdu nógvar stuttligar løtur. Eg haldi, at eg havi lært hann ymiskt. Hann hevur jú búð hjá familjuni alt sítt lív, meðan eg havi búð einsamallur í nógv ár eftirhondini, fortelur Brandur H. Olsen.
- Eg mátti jú gera døgurða, tað var natúrligt fyri meg, men hann dugir at klára seg, tað er ikki tað.
Kortini eru gávurnar hjá Jóannesi Bjartalíð til golf - sum nógvir fótbóltsspælarar dáma væl at spæla, so sum so, heldur Brandur H. Olsen.
- Tað er ikki altíð, at hann rakar bóltin. Eg havi roynt at lært hann nøkur ting, men tað hevur víst seg at vera trupult. Onkuntíð rakar hann ikki, onkuntíð fer hann ein hálvan metur, og kanska hvørt tjúgunda skot ferð hann uppfrá. Har skal nógv venjing til, tað er heilt vist, fortelur landsliðsmiðvallarin við einum smíli.
Teir eru báðir við í landsliðshópinum til dystirnar ímóti Kekkia og Albania, men meðan Jóannes Bjartalíð, sum eisini hevur verið darvaður av skaðum, er klárur at spæla, tykist lítið sannlíkt, at skálvíkingurin fær nógvar minuttir.
Men tað ger einki, tí nú er Brandur Hendriksson Olsen á veg, og bólturin liggur aftur fyri føturnar.
Sí samrøðu við Brand Hendriksson Olsen omanfyri
Smíl! Brandur Hendriksson Olsen er á vøllinum eftir drúgvan skaðasteðg. MYND: Hans Erik Danielsen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV