Gilli ímóti Hanusi: Kappingin um høgra bakkin harðnar

Gilli ímóti Hanusi: Kappingin um høgra bakkin harðnar
30 ára gamli Gilli Rólantsson úr TB hevur fingið ein ungan kappingarneyta um høgra bakkplássið á landsliðnum í Hanusi Sørensen. Vit hava tosað við báðar tveir
17.06.2023 - 14:40

Gilli Rólantsson ella Hanus Sørensen?

30 ára gamli Gilli Rólantsson, sum er komin heim til TB at venda eftir nógv ár í útlegd, hevur fingið ein ungan kappingarneyta til høgra bakkplássið á fótbóltslandsliðnum.

Hanus Sørensen stendur seg væl í HB, og hevur fingið seg royndan í venjingardystum ímóti Kekkia og Norðurmakedónia fyri kortum.

 - Tú fært sjálválit av at spæla heilar landsdystir ímóti einum góðum liði sum Norðurmakedónia, og eg fekk nógv rós eftir dystin frá bæði venjarum og fólki rundan um, sigur Hanus Sørensen.

Gilli Rólantsson veit kortini betri, hvat krevst, og hann hevur ongan hug at lata plássið frá sær.

 - Vit vilja báðir spæla, og tað er gott, men tað verður ikki soleiðis, at eg sigi: '"ger so væl. Tak bara mítt pláss." Og um eg skal út at sita, so fari at vísa honum, at eg skal vera frammanfyri, sigur Gilli Rólantsson.

Sí samrøðu við teir báðar omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595