Nøgdur við avrikið men ikki við úrslitið

Nøgdur við avrikið men ikki við úrslitið
Avrikið var gott, men tað var úrslitið ikki, segði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, eftir 3-1 tapið fyri Albania. Vit royna at spæla fótbólt, og tað kostar brotsspark og mál
20.06.2023 - 23:20

Hann var væl nøgdur við føroyska avrikið, men úrslitið kundi verið betri.

Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, vísti á, at Føroyar hevði bóltin nærum eins nógv og útiliðið, men ásannaði at royndin at spæla álopsfótbólt kostaði eitt brotsspark og eitt mál.

 - Men eg haldi, at tað er hetta, sum vit mugu royna, og ikki bert dúga upp á útspørk og kontraspæl, og tað gera vi nógv betri í dag enn ímóti Kekkia, segði Håkan Ericson eftir 3-1 tapið fyri Albania.

Nedim Bajrami legði Albania framum, tá 20 minuttir vóru spældir, og tað kundi verið verri stutt eftir, tá Heini Vatnsdal gjørdi brotsspark. Lukkutíð fyri Føroyar, kastaði Teitur Matras Gestsson seg rætta vegin og stórbjargaði skotinum frá Sokol Çikalleshi.

Beint fyri steðgin javnaðu Føroyar. Jóan Símun Edmundsson sendi eitt fríspark innfyri, og Odmar Færø var hægstur og fekk sítt annað mál fyri landsliðið.

Heimaliðið byrjaði væl í seinni hálvleiki, men fekk sum vátan vøtt, tá Kristjan Asllani smekkaði bóltin upp í handara málhornið eftir horna í høgru. Føroyar royndu at javna, og Odmar Færø, Andrass Johansen og Jóannes Bjartalíð vóru allir nær við.

Í staðin staðfesti Ernest Muçi albanska sigurin eftir skjótálop í yvirtíðini.

 - Mál eru mál, men vit hava latið langskot inn, sum øll eru farin upp í málhorni, og viðhvørt hevur tú brúk fyri hepni. Eg skal ikki skylda upp á óhepni, men vit hava í øllum førum ikki hepni við okkum, segði landsliðsvenjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595