Vit satsa og tað kostar

Vit satsa og tað kostar
Hanus Sørensen, sum avloysti Gilla Rólantsson á høgra bakki, iðraði seg um, at mótstøðuliðið enn einaferð fekk dreymamál, og at tað ikki eydnaðist at javna, tá teir satsaðu
20.06.2023 - 22:54

Hanus Sørensen avloysti á høgra bakki fyri leikbannaða Gilla Rólantsson í 3-1 tapinum fyri Albania týskvøldið, og hann iðraði seg um, at mótstøðuliðið enn einaferð skeyt dreymamál á Tórsvølli.

Eftir at Føroyar javnaðu beint fyri steðgin, tevjaðu heimamenninir blóð, men teir fingu í staðin eina kalda spann av vatnið í høvdið, tá Kristjan Asllani legði Albania framum við einum dreymaskoti heilt upp í málhornið.

 - Hetta er triðja ferðin á rað, at teir smekka bóltin upp í tríkantin, og vit fáa ikki gjørt so nógv, segði Hanus Sørensen, og vísti til tey bæði málini, sum Vaclav Cerny skoraði fyri Kekkia leygarkvøldið.


Satsaðu nógv og vórðu revsaðir

Føroyska liðiðhelt á við álopsspælinum, og tað kundi givið mál í báðum endum. Odmar Færø, Andrass Johansen og Jóannes Bjartalíð vóru allir nær við at javnað, meðan útiliðið hevði stórar kjansir upp á skjótálop hinvegin.

 - Vit hava nógvar góðar støður í teirra brotsteigi, og teir kenna seg so trýstar, at teir byrja at gúppa bóltar burtur í staðin fyri at spæla, segði Hanus Sørensen.

 - Vit trýsta, trýsta og trýsta, og til endans satsa vit og fáa eitt mál ímóti, segði Hanus Sørensen, sum var glaður fyri at sleppa at spæla frá byrjan á Tórsvølli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595