Lewandowski: Onkuntíð er neyðugt við toli

Lewandowski: Onkuntíð er neyðugt við toli
Robert Lewandowski fegnaðist um sigurin á Føroyum, men staðfesti, at talan hevði verið um truplan dyst: - onkuntíð er neyðugt við tolni, segði pólska stjørnan við Kringvarpið
07.09.2023 - 22:45

Hann er stjørnan á pólska liðnum, og tað kemur ikki av ongum.

Robert Lewandowski var avgerandi spælarin fyri Pólland í sigrinum á Føroyum í Varsjava, men tey bæði málini hjá Barcelona-framherjanum máttu bíða leingi.

 - Onkuntíð er nyeðugt við toli. Viðhvørt mást tú bíða til 70. minutt, men tá alt kemur til alt, hava vit trý stig, og tóku fyrsta fetið, segði Robert Lewandowski eftir dystin.

Framherjin legði Pólland framum við brotssparki í 72. minutti, og góðar 10 minuttir seinnni økti hann við framúr skoti upp um Mathias Lamhauge og yvir í handara málhorn.

Pólska stjørnan ásannaði kortini, at talan hevði verið um truplan dyst ímóti føroyska liðnum, sum leingi vardi væl frammanfyri egnum máli.

 - Vit vistu frammanundan, at vit fóru at fáa ein torføran dyst, og at fyrsta málið kundi broyta dystin.

 - Vit royndu at skora tíðliga, men vóru ikki nóg neyvir við síðstu sendingunum og skotunum, segði Robert Lewandowski.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576