Til reiðar til Nations League

Til reiðar til Nations League
Leisturin hóskar betur til okkara, siga nýggi venjarin, Signe Pries Andersen, og miðvallarin, Eyðvør Klakstein, nú liðið fyrireikar seg til sín fyrsta Nations League-dyst
18.09.2023 - 16:24

Nýggjur venjari og nýggj kapping.

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum er farin undir fyrireikingarnar til sín fyrsta Nations League-dyst ímóti Montenegro fríggjakvøldið, og nýggi venjarin, Signe Pries Andersen, gleðir seg til uppgávuna.

 - Tað er ein spennandi avbjóðing, og vónandi megna vit at spæla eins væl og mótstøðuliðið og fáa stigini eisini, sigur danski venjarin, sum avloysti Lene Terp í juni.

 - Vit leggja okkum eftir góðum verjuspæli, sum vit vónandi fáa vant hesa vikuna, men eg vóni eisini, at vit klára at hótta við álopsspælinum.


Hóskandi kappingarleistur

Føroysku kvinnurnar hava havt tað trupult í EM og HM-undankappingum síðstu árini, og bóltkringi miðvallarin, Eyðvør Klakstein, gleðir seg til at spæla ímóti Montenegro og Kýpros, og seinni ímóti Aserbadjan. 

Føroyar hava vunnið ímóti Montenegro fyrr, meðan tær ikki hava spælt ímóti hvørki Kýpros ella Aserbadjan, men royndi KÍ-spælarin ivast ikki í, at Nations League-leisturin hóskar betur til føroyska liðið.

 - Eg vóni, at vit kunnu hava bóltin eitt sindur, og tað liggur sjálvandi betur til mínar styrkir. Tað er eisini stuttligari hjá áskoðarunum at hyggja at, sigur Eyðvør Klakstein.

 - Vit eru styrkismettar niðast, so hvussu líka mikið hvat, skulu vit standa á tá, fyri at fáa stig burturúr. Tá tað er sagt, ivist eg ikki í, at vit fara at menna okkum nógv, sigur Signe Pries Andersen.
 

Dystarskráin, Nations League:

22. september: Føroyar – Montenegro (Tórsvøllur)
26. september: Kýpros – Føroyar
27. oktober: Føroyar – Aserbadjan (við Djúpumýrar)
31. oktober: Føroyar – Kýpros (Tórsvøllur)
1. desember: Montenegro – Føroyar
5. desember: Aserbadjan – Føroyar

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938