- Vit brenna ekstremt illa

- Vit brenna ekstremt illa
Niðurstøðan hjá Brynju Høj og hinum føroyingunum var greið eftir ósigurin fyri Íslandi í høllini á Hálsi. - Vit brenna heilt ekstremt nógvar kjansir
15.10.2023 - 20:01

Tað var breið semja um orsøkina til føroyska ósigurin fyri Íslandi í EM-undankappingardystinum á hálsi sunnudagin.

 - Vit brenna heilt ekstremt nógvar kjansir, segði Brynja Høj.

Tað var sjón fyri søgn, og hagtølini fortaldu eisini somu søgu. Av 12 royndum av høgra veingi, fór bert tann eina í málið, og so varð tað ov tungt hjá føroysku kvinnunum at vinna dystin.

Avrikið var annars gott. Álopsspælið fleyt væl eftir eina trilvandi byrjan, og tey sum óttaðust, at tað ikki fór at bera til uttan Súnu Krossteig Hansen, kundu skjótt anda lættan.

Elsa Egholm spældi sum ein dreymur bæði í álopi og í verjuni saman við Pernille Brandenborg og Brynju Høj, sum mátti av vøllinum við skaða eftir steðgin.

 - Eg fekk eitt slag inn á skinnabeinið, og kundi ikki fara innaftur, tí eg fekk ikki brúkt beinið nóg væl, so tað var ordiliga keðiligt, segði Brynja Høj.

Tað var keðiligt. Ikki bert fyri Brynju, men fyri alt føroyska liðið, og verjuspælið var ikki eins gott og áður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482