Runnu øvutan veg runt Agnið

Runnu øvutan veg runt Agnið
Sum vanligt var runnið runt Agnið, tá fyrsta vetrarkappingin var um vikuskiftið, men í ár hevði Roysnið gjørt av, at rennast skuldi 'øvutan' veg.
07.11.2023 - 11:00

Um vikuskiftið varð skotið fyri fyrstu vetrarkappingini í renning, og sum vanligt varð runnið runt Agnið.

Alt var kortini ikki, sum tað plagar, tí Roysnið, sum skipaði fyri, hevði gjørt av, at rennast skuldið øvutan veg. Í staðin fyri at leggja leiðina úteftir skuldu rennararnir inneftir ímóti Saltnesi, runt Rókina til Runavíkar, so niðan á Agnið áðrenn endað var við undabrekku oman til Tofta Skúla.

 - Eg haldi, at tað er stuttligt at sleppa at renna tað, sum vit kalla runavíksveg, segði formaðurin í Roysnið, Arnfinn Johannesen.

 - Onkur sigur, at tað er skeivur vegur runt um Agn, men runavíkingar renna altíð tann vegin runt um Agn, og toftafólk renna altíð hin vegin.


Ein heilt onnur kapping

Stórur munur er á at byrja við brøttu mótbrekkuni niðan á Agnið og at byrja á sløttum inn til Runavíkar, áðrenn langa mótbrekkan byrjar.

 - Nú byrja vit á sløttum í eini tríggjar kilometrar, og so fær mann eina langa mótbrekku, sum ikki er so brøtt. Hetta er ein heilt onnur kapping at renna, sigur Arnfinn Johannesen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025