Hjálparvenjarin: Óli Mittún fær spælitíð í morgin

bannari
Hjálparvenjarin: Óli Mittún fær spælitíð í morgin
Julian Johansen var væl nøgdur við føroyska avrikið í sannførandi sigrinum hjá Føroyum á Belgia og lovaði, at Óli Mittún, sum hevur verið skaddur, sleppur á vøllin í morgin
05.01.2024 - 22:03

Hondbóltsføroyar helt ondini, tá Óli Mittún fór skaddur av vøllinum í sínum síðsta dysti fyri IK Sävehof undan landsliðssteðginum.

Hann hevði beklað, men prognosurnar vóru góðar, og tað sær út til, at tær fara at halda.

Ungi hvirluvindurin verður at síggja á vøllinum í seinna venjingardystinum ímóti Belgia leygardagin, segði hjálparvenjarin, Julian Johansen.

 - Vit hava goymt Peter Krogh og Óla so leingi, sum vit kunnu, tí teir hava havt eymar fótliðir og hava beklað, men teir vandu báðir fult ígjøgnum í gjár fyri fyrstu ferð, segði Julian Johansen.

 - Og so hava vit ein fysioterapeut, sum metti, at tað kanska var fínt, at Óli sat uttanfyri í dag, eftirsum hann vandi somikið hart í gjár, og so fara vit kanska at síggja Óla á vøllinum eina løtu í morgin.

Annars var Julian Johansen væl nøgdur við føroyska álopsspælið og váttaði, at tað helst verður verjuspælið, sum skal rættast til dystin leygardagin. Hann byrjar klokkan 19.30, og verður stroymdur á kvf.fo.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809