Góðar vónir til avgerandi dystir

Góðar vónir til avgerandi dystir
Hóast nógvir nýggir leikarar eru við í hópinum, eru vónirnar góðar, sigur Brynja Høj undan týðandi EM-undankappingardystunum ímóti Luksemburg í næstum
26.02.2024 - 15:27

Bestu føroysku hondbóltskvinnurnar hava góðar vónir til týðandi EM-undankappingardystirnar ímóti Luksemburg í næstum.

 - Vit eru væl fyrireikaðar og hópurin er góður, so vit fara avstað og ætla okkum tvey stig, sigur Brynja Høj, sum telist millum royndastu spælararnar í hópinum.

Fyrri dysturin landanna millum er á útivølli mikudagin, og sunnudagin taka Føroyar ímóti Luksemburg á Hálsi í Havn.

 

Skulu brúka ferðina

Føroyar hava spælt tveir dystir higartil í EM-undankappingini og hava tapt báðar ímóti ávíkavist Svøríki og Íslandi. Hin fyrri endaði 37-20 til Svøríki, meðan heimadysturin ímóti Íslandi endaði við teprum tapi eftir ein javnan dyst.

Til ber at spæla seg til endaspælið við at enda á triðja plássi, og tí hevur tað stóran týdning at vinna dystirnar ímóti Luksemburg, sum tapti stórt, 32-14, í Íslandi. Tað skal gerast við skjótum spæli, sigur Brynja Høj.

 - Vit verða noyddar at brúka ferðina. Okkara spælarar eru nokkso lítlir, men rættiliga fintusterkir, og vit eru best, tá vit møta okkara mótstøðuliðum við nógvari ferð, greiðir sterki verjuspælarin úr Neistanum frá.

 

Útskifting í hópinum

Súna Krossteig Hansen úr Ajax København sat uttanfyri ímóti Íslandi við brotnum fingri, men hon er við aftur, og mannar ivaleyst bakketuna saman við Janu Mittún úr Viborg og Mariu Pálsdóttir Nólsoy úr Neistanum.

Á vonginum er stór útskifting í mun til dystirnar í fjør. Brynhild Pálsdóttir og Turið Arge Samuelsen eru ikki tiknar út, og fleiri nýggir spælarar eru við í staðin. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Hervør Niclasen, Inga Maria Roysdóttir eru allar nýggjar í mun til dystin ímóti Íslandi.

 - Eg eri sikkurt upp á, at tær fara at røkta uppgávuna væl, sigur Brynja Høj.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400