Vilja uppaftur meir eftir væleydnað dartvikuskifti

Vilja uppaftur meir eftir væleydnað dartvikuskifti
Jan McIntosh fór avstað við øllum yvirskriftunum, tá hann vann Tórshavn Open, men fleiri onnur góð føroysk avrik vóru altjóða kappingunum, sum framvegis kunnu vaksa
25.03.2024 - 14:45

Stóra søgan frá altjóða dartvikuskiftinum á Glasi, har Tórshavn Open og Faroe Islands Open vóru um vikuskiftið, var sigurin hjá Jan McIntosh leygarkvøldið.

Við sigrinum á Edwini Thorbjörnsson, sum var ovast á styrkislistanum fyri kappingarnar, varð hann fyrsti føroyingur, sum vann eina WDF-kapping.

Men fleiri onnur góð føroysk avrik vóru í teimum báðum kappingunum, sum vóru leygardagin og sunnudagin. 

 - Tað eru fleiri spælarar, sum eru komnir langt í kappingini. Vit sóu í topp-16, at eini sjey, átta føroyingar vóru framvegis við - eg tapti sjálvur har - og í fjórðingsfinalunum vóru tveir føroyingar við, segði Uni Árting, sum er ein av fyrireikarunum.

 

Edwin og Gréta vunnu Faroe Islands Open

Góðir 140 spælarar vóru við í kappingunum - harav 70 útlendingar. Sviin Edwin Thorbjörnsson kom væl aftur í aftur sunnukvøldið eftir finalutapið dagin fyri.

Hann vann 5-3 á Dilyan Kolev í finaluni.

 - Sigurin hevur nógv at siga fyri meg. Tað er altíð gott at koma higar at spæla í Føroyum, og teir [føroyingarnir, red.] verða alsamt betri, segði sviin, sum letur væl at kappingini, sum nú hevur 10 ár á baki.

 - Umstøðurnar eru framúr. Kappingin er í topp-3 hjá mær í øllum Evropa, segði Edwin Thorbjörnsson.

Hjá kvinnum vann bert 21 ára gamla Gréta Tekauer úr Ungarn á donsku Michelle Merlit í finaluni í Faroe Islands Open eftir júst tað øvugta úrslitið dagin fyri.

 - Tað kennist gott at vinna, og tað er gott at fáa løn fyri stríðið, segði hon.

 

Vilja meir við kappingini

Tað eru 10 ár síðan, at Tórshavn Open var fyrstu ferð. Seinni gjørdist kappingin partur av kalendaranum hjá World Dart Federation, har er telist millum sonevndu bronsukappingarnar. 

Ætlanin er at vaksa um kappingarnar, sigur Uni Árting.

 - Vit hava faktiskt ambitiónir um meir enn hetta. Kappingarnar verða bólkaðar, og í dag eitur hetta ein bronsukapping, greiðir Uni Árting frá.

Um føroysku kappingarnar skulu gerast silvurkappingar krevst heilt einfalt størri peningaupphæddir til vinnararnar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083