VIDEO: Skúvoyingar skoðaðu skaðan

VIDEO: Skúvoyingar skoðaðu skaðan
Lomvigalandið hevur fingið stóran skaða. Í gjár sigldu skúvoyingar fram við urðini, sum er eftir stóra omanlopið í oynni
02.04.2024 - 13:25

Tað var um páskirnar, at tað leyp vestantil á Skúvoynni. Økið verður kallað uppi á Skorð og er nærhendis Stórugjógv.

Talan er um eitt rættiliga stórt lop í einum av størstu lomvigaplássunum í landinum, og tí harmar tað skúvoyingar, at lopið hendið júst har.

Annan páskadag fóru skúvoyingar útferð við strandfaraskipinum, Sildberanum, fyri at hyggja nærri at lopinum. Símun Waag, sjónvarpsfotografur var við á ferðini.

Mynd: Kortal.fo. Reyði prikkurin vísir, hvar omanlopið hendi
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109